Spring til hovedindhold

Uppskot

SSP

SSP er eitt skipað samstarv millum høvuðspartarnar, skúla, sosialar myndugleikar og løgreglu.

 

Stórur partur av átøkunum í SSP-arbeiðinum snúgva seg um fyribyrging og at avmarka vandafaktorar.

 

SSP snýr seg tó eisini um at byggja upp við at stuðla undir trivnað og hóskandi atburð millum børn og ung. Tí verður miðað eftir eisini at arbeiða við uppbyggjandi átøkum við denti á verndarfaktorar, sum gera børn og ung før fyri sjálv at taka trygg val.

Fyri at hava eitt felags fatanargrundarlag verður í SSP-høpi arbeitt út frá einum fyribyrgingarmyndli. Fyribyrgingarmyndilin er læntur frá Det Kriminalpræventive Råd.

Myndilin gevur eitt felags útgangsstøði undir fakligu viðgerðunum innan SSP, og kann t.d. nýtast, tá átøk skulu raðfestast. Uppbyggjandi átøk skulu stuðla undir fyribyrgjandi átøk, sum aftur skulu stuðla undir kriminalitetsfyribyrgjandi átøk.

 

1. Uppbygging

Uppbygging er breið átøk, sum leggja dent á at bøta um lívsgóðsku og livikor. Vanliga snúgva átøkini seg um at styrkja bæði samfelagið og tann einstaka grundleggjandi. Sum dømi kunnu nevnast foreldranetverk og ítróttar- ella rørslutiltøk.

 

2. Fyribyrging

Fyribyrging fevnir eisini breitt, men her verður dentur lagdur á at forða fyri, at ein trupulleiki íkemur ella versnar. T.d. átøk um happing ella um at avmarka ovurnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum, náttarravnar í býarlívinum og ferðsluundirvísing.

 

3. Kriminalitetsfyribyrging

Kriminalitetsfyribyrging skal forða fyri, at ávísar kriminellar støður íkoma, ella at tær endurtaka seg. Arbeitt verður út frá hugsjónini um, at breiðu uppbyggjandi átøkini eisini hava eina langskygda fyribyrgjandi ávirkan. Tað merkir, at fyribyrging móti kriminaliteti ikki einans kann fremjast við átøkum, sum eru beinleiðis ætlað at lækka talið á kriminellum hendingum. Breiðu uppbyggjandi átøkini eru grundarsteinar undir fyribyrgingararbeiðinum og kunnu hava fyribyrgjandi langtíðarávirkan á kriminellan atburð.