Spring til hovedindhold

Uppskot

Útlendingar

Umsóknarbløð fáast inni á heimasíðuni hjá nyidanmark. 

 

Pass

Norðurlendskir ríkisborgarar skulu ikki vísa pass.
Aðrir útlendingar skulu vísa galdandi pass.
Útlendingar úr londum, har visum krevst, skulu hava visum galdandi fyri Føroyar í upp til 3 mánaðir, ella uppihaldsloyvi.

 

 

Steðgur stytri enn 3 mánaðir (turistvisum)

Tá útlendingur kemur til Føroya og steðgar stytri enn 3 mánaðir, skal hann, tá hann kemur til landið, vísa galdandi ferðaprógv og hava neyðugt gjaldføri til uppihald og heimferð.

Her er listin yvir hvør er visumpligtigur 

Um endamálið við steðginum í Føroyum ikki er frítíðaruppihald, skal útlendingurin hava arbeiðsloyvi fyri at útinna lønt ella ólønt arbeiði ella líknandi virksemi.

 

 

Uppihaldsloyvi

Upplýsingar og kunning um uppihaldsloyvi í Føroyum fæst við at venda sær til heimasíðuna Nyidanmark

SIRI umsitur arbeiðsloyvir og samanføringar til útlendingar í Føroyum.

Udlændingestyrelsen umsitur familjusamanføringar til danskar/føroyskar ríkisborgarar. 

 

Uppskot