Hevur tú sæð myndir, filmar, samskifti ella líknandi, sum vísa ella nevna kynsligan ágang ímóti børnum?
Politiið viðmælir øllum, sum hava eina vitan um kynsligan ágang ímóti børnum, til at melda tað. Tú kanst melda kynsligan ágang ímóti børnum við at ringja 114, møta upp á eini politistøð ella melda tað talgilt. Um tú skalt melda heimasíður ella líknandi, skalt tú avrita leinkjuna hjá viðkomandi heimasíðu og seta leinkjuna inn í fráboðanina.
Vit mæla upp á tað harðasta frá, at tú – til tess at hjálpa okkum – sjálvur leitar eftir innihaldi ella tekur myndir ella filmar niður, sum innihalda kynsligan ágang ímóti børnum. Um tú gert tað, ert tú í vanda fyri at verða revsaður.
Kynsligur ágangur ímóti børnum hendir ikki einans í Danmark
Orsaka av internetinum hava brotsmenn tann møguleikan, at teir kunnu bíleggja kynsligan ágang ímóti børnum uttanlands, sum teir kunnu hyggja eftir og stýra gjøgnum sítt vevmyndatól og kjatt.
Ofrini fyri hesum áganginum eru ofta í fátækum økjum í londum so sum í Filipinunum, meðan brotsmenninir, sum bíleggja og rinda fyri ágangin, sita í londum sum Danmark.
Hesin ágangurin verður meldaður soleiðis:
Set teg í samband við politiið – vit hjálpa tær
Fráboðanin skal helst meldast til politiið, sum hoyrir til tað økið, har hendingin er farin fram. Ring til okkara á 114 ella møt persónliga upp á eini politistøð.
VERT AT VITA
Hugtakið verður í altjóða høpi nýtt sum heiti fyri tilburðir á netinum, har ein vaksin persónur við strategiskari manipulatión uppbyggir eitt samband ímillum sín og ein ómyndigan persón, har tann ómyndigi fær álit á tí vaksna.
Endamálið við at uppbyggja hetta álitissambandið er at fremja kynsligan ágang ella at lokka tann ómyndiga persónin til at senda nakinmyndir av sær sjálvum.
Sextortion lýsir tilburðir, har ein persónur lokkar ein ómyndigan persón til at vísa seg naknan og kynsliga framman fyri einum myndatóli ella onkrum tóli, sum filmar, ofta við eini lygn um at vera javngamal.
Síðani verður tann ómyndigi persónurin hóttur við, at myndirnar ella filmarnir verða almannakunngjørd, um hann ikki rindar pening, luttekur í kynsligum gerðum, sum fara enn longur út um mark ella møguliga í síðsta enda møtist fyri at hava samlegu við tann vaksna.