Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

12. mai 2023 13:04

ADHD og koyring

Í sambandi við eitt innslag í Góðan morgun Føroyar mikumorgunin tann 10. mai um ung og rúskoyring hevur ivamál stungið seg upp millum fólk, hvørt tey, ið hava ADHD, kunnu missa koyrikortið, um tey taka ADHD heilivág og koyra bil.

Føroya Politi vil við hesum nágreina, at tað gera tey í útgangsstøðinum ikki.

 

Ein persónur, sum tekur ADHD heilivág sambært læknaávising, kann sostatt í útgangsstøðinum koyra og missir ikki koyrikortið, um viðkomandi verður steðgaður av politinum.


ADHD og kørsel

I forbindelse med et indslag i Góðan morgun Føroyar onsdag morgen den 10. maj om unge og ruskørsel er der opstået tvivl blandt flere, hvorvidt de, der har ADHD, kan miste deres kørekort, hvis de tager ADHD medicin og kører bil. Færøernes Politi skal hermed præcisere, at det gør de i udgangspunktet ikke.

En person, som tager ADHD ordineret medicin på recept fra læge, kan således i udgangspunktet køre, og mister ikke kørekortet, såfremt vedkommende bliver stoppet af politiet.


Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

27. juni 2025

Føroya Politi

Fongsulsrevsing fyri at hótta politikara

Ein maður í fjøritunum varð í gjár dømdur 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hótta ein politikara í beinleiðis boðum á Messenger.

10. juni 2025

Føroya Politi

Virksemið hjá Føroya Politi í tølum 2024

Føroya Politi savnar árliga eina røð av hagtølum, sum verða løgd út á okkara heimasíðu. Tað er nú annað árið á rað, at vit leggja hagtølini fram í hesum nýggja og fakliga viðkomandi sniði. Hagtølini fyri 2023 og 2024 eru skipað eftir sama leisti, so nú ber til at samanbera hesi tølini.

5. juni 2025

Føroya Politi

Skrivstovunæmingur til Føroya Politi

Kundi tú hugsað tær eitt spennandi lærupláss innan almenna fyrisiting? So hevur tú møguleikan nú. Føroya Politi sóknast eftir einum nýggjum skrivstovunæmingi, og vit kunnu bjóða tær eina fjølbroytta skrivstovuútbúgving, har tú sum skrivstovunæmingur fært eitt spennandi arbeiðpláss við fakligum avbjóðingum og góðum samanhaldi.