Fongsul í hálvt triðja ár fyri kynslig brotsverk á internetinum
Ein maður í 50'unum varð fyrradagin dømdur 2 ½ ára treytaleysa fongsulsrevsging fyri kynslig brotsverk móti børnum framd á internetinum.
Í januar 2024 handtók og skuldsetti Føroya Politi ein mann í 50-unum fyri at fremja kynslig brotsverk á internetinum. Í sambandi við handtøkuna bleiv húsarannsókn eisini framd og hald bleiv lagt á ymsar teldulutir. Maðurin bleiv varðhaldsfongslaður.
Málið var fyri í Føroya Rætti fyrradagin. Maðurin var millum annað skuldsettur fyri at hava deilt yvir 50 myndir og filmar við barnapornografiskum innihaldi og at hava í varðveitslu av yvir 30.000 myndum og filmum við barnapornografiskum innihaldi.
Haraftrat var hann skuldsettur fyri á sosiala miðlinum Twitter, nú nevnt "X", í fýra umførum at hava viðvirkað til roynd at neyðtaka børn undir 12 ár við at hava eggjað aðrar brúkarar uttanfyri Føroyar at neyðtaka børn og at hava vegleitt brúkararnar um, hvørjar kynsligar gerðir teir skuldu gera móti børnunum.
Maðurin játtaði seg sekan í øllum skuldsetingum.
Maðurn var dømdur 2 ½ ára treytaleysa fongsulsrevsing. Maðurin tók við dóminum og fór beinleiðis til avsoning.
2 ½ års fængsel for seksuelle overgreb begået på internettet
En mand i 50'erne blev i forgårs ved Retten på Færøerne idømt 2 ½ års ubetinget fængsel for seksuelle overgreb mod børn begået på internettet.
I januar 2024 blev en mand i 50'erne anholdt og sigtet af Færøernes Politi for at begå seksuelle overgreb på internettet. I forbindelse med anholdelsen blev hans hjem ransaget og computere mv. er beslaglagt. Manden blev varetægtsfængslet.Sagen blev behandlet ved Retten på Færøerne i forgårs. Manden var bl.a. sigtet for at have delt over 50 billeder og film med børnepornografisk materiale og at have været i besiddelse af over 30.000 billeder og film med børnepornografisk indhold.
Manden var derudover sigtet for over det sociale medie Twitter, nu X, i fire tilfælde at have medvirket til forsøg på voldtægt af børn under 12 år, idet han har tilskyndet andre brugere i udlandet til at voldtage børn og at have vejledt brugerne om, hvilke seksuelle overgreb skulle begås mod børnene.
Manden erkendte sig skyldig i alle sigtelser.
Manden blev idømt 2 ½ års ubetinget fængsel. Manden modtog dommen. Manden skal afsone dommen med det samme.
Samband við politiið:
Teldupostur: politi@politi.fo
Telefon:114