Spring til hovedindhold

Uppskot

Føroya Politi

Tíðindi

6. oktober 2025 16:02

Sjey dómar í neydtøkumálum seinastu trý árini

Seinastu tíðina hevur nógv umrøða verið av neyðtøkuøkinum í Føroyum og av dómum í neyðtøkumálum. Føroya Politi hevur nú útgreinað hagtølini á økinum. Frá 2022-2024 eru sjey persónar dømdir í neyðtøkumálum. Trý mál endaðu við frídøming í rættinum.

Kvinde sidder overfor sagsbehandler hos politiet

Greiningin hjá Føroya Politi vísir, at politiið hevur stovnað 83 mál um neyðtøku seinastu trý árini. Í sjey førum eru persónar dømdir í neyðtøkumálum. Hesir sjey dómarnir fevna um 20 av teimum 83 skrásettu málunum.

Fleiri lógarbrot kunnu undir málsviðgerðini verða knýtt saman í eitt mál, eins og ein fráboðan undir viðgerðini kann verða skrásett undir fleiri málsnumrum. Tað ber tí ikki til út frá tølunum at staðfesta, at talan er um 83 ymisk brotsfólk ella 83 ymisk órættaði.

 

 

Allar fráboðanir verða kannaðar

Av teimum 83 málunum eru 21 mál enn áleikandi. Tað vil siga, at málini ikki eru endaliga avgreidd. Nøkur mál verða enn kannað av politinum, meðan onnur bíða eftir viðgerð í rættinum.   

Nógv arbeiðsorka verður løgd í at kanna allar fráboðanir um neyðtøku, sum verða meldaðar til politiið. Frá 2022-2024 hava 11 mál verið, har kanningarbeiðið at enda varð steðgað. Orsøkin til hetta kann millum annað vera, at eingin brotsmaður er eyðmerktur í málinum, og at politiið hevur kannað allar møguleikar í málinum. Ein onnur orsøk kann vera, at hóast fráboðarin hevur havt ein illgruna um, at okkurt var hent viðkomandi, so hevur kanningararbeiðið í málinum víst, at viðkomandi ikki hevur verið í vanda.

 

 

Ikki øll mál enda í rættinum

Í tíðarskeiðnum frá 2022-2024 vórðu 28 neyðtøkumál ákærufrágingin. Tað merkir, at ákæruvaldið í hesum førunum gjørdi av ikki at fara í rættin við málinum.

Tað er ein sannroynd, at tað kann vera trupult at lyfta próvbyrðuna í neyðtøkumálum. Ákæruvaldið ger tó altíð eina ítøkiliga heildarmeting av øllum umstøðunum í málinum. Í hesa metingina innganga m.a. frágreiðingarnar frá tí órættaða, tí skuldsetta og vitnum, biologisk og teknisk spor, umframt tað, sum er farið fram áðrenn og aftaná sjálva hendingina.

Ákæruvaldið hevur skyldu til bert at fara í rættin við teimum málunum, har tað verður mett, at próvbyrðan kann lyftast.

Tá ið eitt mál verður ákærufrágingið, verður dentur lagdur á at greiða teimum órættaðu frá avgerðini og at vegleiða um kærumøguleikar.

 

 

Tað er týdningarmikið at melda

Vit mugu sum samfelag og ábyrgdarpersónar í størri mun upplýsa um samtykki og um at virða persónlig mørk. Hendan vitanin skal styrkjast serliga millum tey ungu, men eisini í samfelagnum sum heild. Vit mugu eisini tosa meira opið um at biðja um hjálp, tá ein hevur verið útsettur fyri kynsligum ágangi. Við áhaldandi upplýsing kunnu vit sum samfelag í størri mun fyribyrgja neyðtøku og kynsligum ágangi. 

Neyðtøka er eitt álvarsamt lógarbrot, og tað er týdningarmikið, at neyðtøkur verða fráboðaðar politinum. Um tú hevur verið úti fyri neyðtøku ella øðrum kynsligum ágangi, verður mælt til, at tú meldar til politiið. Eisini um tú ivast, um tú hevur verið úti fyri eini brotsgerð.

 

Les meira um mannagongdirnar, tá ið ein neyðtøka verður fráboðað politinum her.


 

 

Syv domme i voldtægtssager de seneste tre år

 

Den seneste tid har der været megen debat på Færøerne om voldtægtsområdet og domme i voldtægtssager. Færøernes Politi har nu opgjort statistikken på området. I perioden 2022–2024 er syv personer dømt i voldtægtssager. Tre sager endte med frifindelse i retten.

 

Politiets analyse viser, at der i de seneste tre år er oprettet 83 voldtægtssager. I syv af sagerne er der afsagt dom, og disse syv domme dækker over 20 af de 83 registrerede sager.

Det skal bemærkes, at flere lovovertrædelser under sagsbehandlingen kan blive samlet i én sag, ligesom en anmeldelse undervejs kan blive registreret under flere journalnumre. Tallene kan derfor ikke tages som udtryk for, at der er 83 forskellige gerningsmænd eller 83 forskellige ofre.

 

 

Alle anmeldelser bliver undersøgt

Af de 83 sager er 21 fortsat under behandling. Det betyder, at sagerne endnu ikke er endeligt afsluttet. Nogle efterforskes stadig af politiet, mens andre afventer behandling i retten.

Politiet bruger betydelige ressourcer på at undersøge alle anmeldelser om voldtægt. I perioden 2022–2024 er 11 sager blevet indstillet. Årsagerne kan bl.a. være, at der ikke er identificeret nogen gerningsmand, og at alle efterforskningsmuligheder er udtømte. I andre tilfælde kan årsagen være, at selv om anmelderen havde en mistanke om, at der var sket noget, har efterforskningen vist, at vedkommende ikke har været udsat for en forbrydelse.

 

 

Ikke alle sager ender i retten

I perioden 2022–2024 blev 28 voldtægtssager afvist af anklagemyndigheden. Det betyder, at anklagemyndigheden i disse sager besluttede ikke at indbringe sagen for retten.

Det er et faktum, at det kan være vanskeligt at løfte bevisbyrden i voldtægtssager. Anklagemyndigheden foretager dog altid en grundig helhedsvurdering af alle omstændigheder i sagen. I vurderingen indgår bl.a. forklaringer fra forurettede, tiltalte og vidner, biologiske og tekniske spor samt oplysninger om, hvad der skete før og efter den påståede hændelse.

Anklagemyndigheden har pligt til kun at føre de sager i retten, hvor det vurderes, at bevisbyrden kan løftes. Når en sag afvises, lægges der vægt på at informere den forurettede om afgørelsen og vejlede om muligheden for at klage.

 

 

Det er vigtigt at anmelde

Som samfund og som ansvarlige borgere må vi i højere grad oplyse om samtykke og respekten for personlige grænser. Denne viden skal styrkes særligt blandt unge, men også i samfundet generelt. Vi må samtidig tale mere åbent om at søge hjælp, hvis man har været udsat for seksuelle overgreb. Med vedvarende oplysning kan vi i højere grad forebygge voldtægt og seksuelle krænkelser.

Voldtægt er en alvorlig forbrydelse, og det er vigtigt, at sager anmeldes til politiet. Hvis du har været udsat for voldtægt eller andre former for seksuelle overgreb, opfordres du til at anmelde det til politiet – også hvis du er i tvivl, om du har været udsat for en forbrydelse.

 

Læs mere om procedurerne ved anmeldelse af voldtægt til politiet her.

Samband við politiið:

Teldupostur: politi@politi.fo

Telefon:114

15. september 2025

Føroya Politi

Starv í Borgaratænastuni hjá Føroya Politi

Ert tú tænastusinnað/ur, dámar tær at arbeiða við kundum og klárar tú at hava nógvar bóltar í luftini samstundis? So er tað kanska tær, ið vit leita eftir til okkara toymi í Borgaratænastuni. Vit kunnu bjóða tær eitt fjølbroytt starv. Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um avgreiðslu av passkundum, útlendingamálum, revsiváttanum, loyvum, skráseting av málum, telefonavgreiðslu og ymiskum fyrifallandi arbeiði.

3. september 2025

Føroya Politi

Væl mannað og sjónligt politi til staðar til landsdystin fríggjadagin

Landsdystir verða javnan spældir í Føroyum og oftast verða teir avgreiddir í góðum ítróttarligum anda. Til einstakar dystir hava vit tó seinasta árið upplivað ávísar fjepparahópar, sum hava hug at skapa ruðuleika

21. august 2025

Føroya Politi

Fríkendur í Føroya Rætti - dømdur í landsrættinum

Ein føroyingur í 40'unum er í dag dømdur í landsrættinum fyri smugling av rúsevnum. Maðurin varð fríkendur í Føroya Rætti í fjør.